Ymisk evnir
Her verða røðir, sum eru um eitt evni. Eitt evni verður gjøgnumgingið í fleiri talum.
Hevur ljóðMøtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds
Í 2016 var ein møtirøð í Berøa, Saltangará. Hendan møtirøðin hevði yvirskriftina "Sorg eftir sinnalagi Guds". Fleiri av talunum blivu tiknar upp og verða lagdar út her. Tað eru ymiskir mátar at reagera uppá tá ið vit fáa okkurt at vita, og tað er tað hetta evnið snýr seg um. Hvussu reagera vit tá ið vit hoyra ein sannleika? Tá ið vit hoyra okkurt sum ikki er so behagiligt at hoyra inn í okkara lív? Sorgirnar kunnu verða ymiskar, at ein blívur harður mótvegis sannleikanum, at ein blívur líkaglaður ella at man fær sorg eftir sinnalagi Guds sum virkar umvending. Mátti Harrin tala til okkara um at vit ynskja at hava sorg eftir sinnalagi Guds tá ið vit standa yvirfyri einum sannleika úr Orðinum. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í Berøa, Saltangará, í 2016.
Lurta nú >
Hevur ljóðRættvísgering, heilaggering, dýrdargering
Hendan røðin hevur tríggjar partar. Frelsa Guds er í trimum, hon fevnir um rættvísgering, heilaggering og dýrdargering. Rættvísgeringin er eingangshending, tá ið vit trúgva á Jesus og Hansara fullgjørda verk á Golgata, so blíva vit frelst frá dómi syndarinnar. Heilaggeringin er ein daglig hending, har vit hvønn dag hava samfelag við Harran ígjøgnum Hansara Orð, bøn og samfelag við onnur trúgvandi. Heilaggeringin er frelsa frá valdi syndarinnar. Dýrdargeringin er eingangshending og hendir hon tá ið hin trúgvandi kemur heim til Harran, antin ígjøgnum deyða ella burturrykkingina. Dýrdargeringin er frelsa frá nærveru syndarinnar. Má Harrin signa hesar talur til okkara. Talurnar eru tiknar upp á bíbliutímum í Berøa, Saltangará í 2022.
Lurta nú >
Hevur ljóðFíggindin - Petur á Roykheyggi
Røð í fýra pørtum um fígginda okkara, Satan. Her verða fýra hendingar tiknar fram, sum læra okkum ymiskt um fígginda okkara, og eisini hvussu vit kunnu vinna bardagan, saman við Harranum. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í 2023 í samkomuni Malta, Hirtshals.
Lurta nú >