Ymisk evnir

Møtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds

Í 2016 var ein møtirøð í Berøa, Saltangará. Hendan møtirøðin hevði yvirskriftina "Sorg eftir sinnalagi Guds". Fleiri av talunum blivu tiknar upp og verða lagdar út her. Tað eru ymiskir mátar at reagera uppá tá ið vit fáa okkurt at vita, og tað er tað hetta evnið snýr seg um. Hvussu reagera vit tá ið vit hoyra ein sannleika? Tá ið vit hoyra okkurt sum ikki er so behagiligt at hoyra inn í okkara lív? Sorgirnar kunnu verða ymiskar, at ein blívur harður mótvegis sannleikanum, at ein blívur líkaglaður ella at man fær sorg eftir sinnalagi Guds sum virkar umvending. Mátti Harrin tala til okkara um at vit ynskja at hava sorg eftir sinnalagi Guds tá ið vit standa yvirfyri einum sannleika úr Orðinum. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í Berøa, Saltangará, í 2016.

Cover image for Møtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds

Lurta