Ymisk evnir
Rættvísgering, heilaggering, dýrdargering
Hendan røðin hevur tríggjar partar. Frelsa Guds er í trimum, hon fevnir um rættvísgering, heilaggering og dýrdargering. Rættvísgeringin er eingangshending, tá ið vit trúgva á Jesus og Hansara fullgjørda verk á Golgata, so blíva vit frelst frá dómi syndarinnar. Heilaggeringin er ein daglig hending, har vit hvønn dag hava samfelag við Harran ígjøgnum Hansara Orð, bøn og samfelag við onnur trúgvandi. Heilaggeringin er frelsa frá valdi syndarinnar. Dýrdargeringin er eingangshending og hendir hon tá ið hin trúgvandi kemur heim til Harran, antin ígjøgnum deyða ella burturrykkingina. Dýrdargeringin er frelsa frá nærveru syndarinnar. Má Harrin signa hesar talur til okkara. Talurnar eru tiknar upp á bíbliutímum í Berøa, Saltangará í 2022.
