Greinar
Trífalda frelsu ætlan Guds
Skrivað av Áron á Roykheyggi

Hetta er eitt evni, sum er sera týdningarmikið at skilja, tí hetta evnið er frelsuætlan Guds, sum er í trimum stigum. Fyrsta stigið er rættvísgeringin, sum er frelsan frá fortaping. Næsta stigið er heilaggeringin, sum er frelsan í lívinum her á fold. Triðja stigið, er dýrdargeringin, ið er frelsan inn í himmalin. Fylgjurnar av at ein ikki skilir hesar frelsur rætt, er oyðandi fyri hin trúgvandi eins og væl hin vantrúgvandi. Ein av fylgjunum er, at evangeliið gerst sera torskilt og fløkt. Latið okkum hyggja nærri at hesum evnið, frelsuætlan Guds.
Rættvísgeringin (frelsan í tátíð):
Tá eitt menniskja trýr á Jesus Kristus, verður tað menniskjað rættvísgjørt av Gudi (Róm 5:1). Hetta inniber at tað menniskjað sum trýr, ognar sær rættvísi Kristusar (2.Korint 5:21). Tað vil siga at tað menniskjað verður gjørt rættvíst yvirfyri Gudi, tað verður eins og tað menniskjað, ongantíð hevur syndað. Tí verður tað menniskjað, ført fyri at koma fram fyri Gud og hava samband við Gud (Jóh 14:6 og 1.Tim 2:5-6).
Heilaggeringin (frelsan í nútíð):
Tað menniskjað sum er blivið rættvísgjørt við trúgv á Jesus Kristus, kemur í eina aðra frelsu, sum vanliga verður rópt heilaggering hins trúgvandi. Hetta er ein stigvís tilgongd, sum ikki er líka fyri øll trúgvandi og hevur við búnaskap hins trúgvandi at gera. Av tí sama er hetta ein onnur frelsa enn rættvísgeringin. Ein verður heilaggjørdur við at lesa Guds orð og biðja til Gud (2.Tim 3:16-17 og 1.Pæt 2:2) t.v.s ein má hava samfelag við Gud. Tað sum ein má leggja til merkis er, at hetta er ein daglig hending og áhaldandi alt lívið her á fold (Lukas 9:23 og Jóh 8:31). Meðan rættvísgeringin er ein einstøk hending og fullførd í tí løtu eitt menniskja, trýr á Jesus Kristus (Róm 4:1-7 og Gal 2:16).
Dýrdargeringin (frelsan í framtíð):
Tað menniskjað sum er blivið rættvísgjørt og doyr, verður síðani dýrdargjørt (Róm 8:30 og Fil 3:20-21). Hetta er vón hins trúgvandi um, at tey (sum trúgva), ein dag skulu verða umbroytt til at verða lík Kristusi (1.Korint 15:51-52 og 1.Jóh 3:2-3). Hendan frelsan hevur við okkara likam at gera, sum versini, ið víst verður til siga, at vit øll (tey sum eru blivin rættvísgjørd) skulu blíva umskapt og fáa eitt dýrdarlikam (Fil 3:21). Henda hending fer fram antin tá eitt menniskja, ið trýr á Jesus, doyr/sovnar ella tá burturrykkingin fer fram, tá Harrin Jesus kemur at heinta Síni børn heim til himmals (1.Tess 4:13-18).
Niðurstøða:
Hesar frelsur eru allar ymiskar av náttúru og eru hvør sín hending í lívinum hjá einum trúgvandi. Av tí sama síggja vit, at ein greiður skilnaður má vera gjørdur millum hesar frelsur. Men tó eru allar hesar frelsur ein partur av lívinum hjá hvørjum einstøkum trúgvandi.