Greinar

Hin blindi biddarin

Skrivað av Odd Andreassen

Cover image for Hin blindi biddarin

Í Lukasar evangelium lesa vit um ein biddara, sum situr við vegin, tá ið Jesus kemur framvið á veg til Jeriko. Her er hendingin úr kapituli 18, v35-43:

35 Táið Hann nú nærkaðist Jeriko, sat ein blindur við vegin og biddaði.

36 Táið hann hoyrdi nógv fólk fara framvið, spurdi hann, hvat hetta var.

37 Tey søgdu honum, at Jesus úr Nazaret kom framvið.

38 Tá rópti hann: "Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!"

39 Tey, sum undan gingu, høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópti nógv harðari enn: "Sonur Dávids, miskunna mær!"

40 Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til Hansara; og táið hann var komin fram, spurdi Hann hann:

41 "Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?" Hann svaraði: "Harri, at eg kann fáa sjón mína!"

42 Jesus segði við hann: "Hav sjón tína! Trúgv tín hevur frelst teg."

43 Við tað sama fekk hann sjónina aftur; og hann fylgdi Honum og prísaði Gudi. Og alt fólkið, ið sá hetta, lovaði Gudi.

-

Hesin blindi biddarin hevði óiva hoyrt um øll undurini Jesus gjørdi á teimum døgum og ynskti at fáa eitt møti við Jesus sum skjótast.

Ein áhugaverd detalja í søguni er, at hóast biddarin verður biðin um at tiga, av teimum sum gingu undan Jesusi, so helt hetta honum ikki aftur at rópa, tí hann vildi so inniliga hava fatur á Jesusi. Tá ið tey bóðu hann tiga lesa vit, at hann rópti enn harðari! Tað er tí hann vitsti, hvør Hann var sum kom framvið. Sonur Dávids, Frelsari heimsins, sum Harrin Gud hevði lovað í Gamla Testamentið skuldi koma í heimin.

Harrin lat hansara eygu upp, og hann fylgdi Harranum og lovaði Gudi. Hettar møtið við Jesus, kollvelti lívið hjá tí blinda manninum. Nú var hann ein nýggjur maður við sjón, tí hann trúði at Harrin var førur at gera júst tað, sum skriftirnar frammanundan høvdu talað um Hann!

Tað er undurfult at lesa, at Jesus hevði tíð til henda mann, sum ikki sá út av nógvum í menniskja eygum, men í eygum Harrans var hesin blindi biddarin verdur at doyggja fyri! Harrin ynskir júst tað sama fyri okkum í dag, óansæð hvør okkara fortíð er, ella hvussu langt burtur frá Gudi vit hava livað. Vit hava øll tørv á náði og frelsu Guds.

Kennir tú Harran kalla á teg í dag, ger so sum hesin blindi biddarin og lat einki forða tær at koma til Harran, tí Hann bíðar og leingist eftir at frelsa teg og geva tær eitt nýtt lív!

-

Rómbrævið 5:8 men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.

-

2. Korintbræv 5:21 Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.

-

Rómbrævið 5:1 Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.

-

Matteus 11:28 Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera - Eg skal geva tykkum hvílu!